Innanlands

Avlýsingar hjá Smyrli og Bygdaleiðum

Fyri veður koyra leið 701 og 410 ikki í løtuni, og Smyril hevur avlýst fleiri túrar í morgin

Smyril (Savnsmynd)

Smyril (Savnsmynd)

2020-01-19 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ávirkar veðrið aftur samferðsluna.

Strandfaraskip Landsins boðar í dag frá fleiri avlýsingum hjá Bygdaleiðum og á Suðuroyarleiðini.

Leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík og leið 410, sum koyrir millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík, koyra ikki fyribils orsakað av veðrinum.

Eisini avlýsir Smyril fleiri túrar í morgin.

Á heimsíðuni hjá Strandferðsluni stendur soleiðis:

- Fyri veður siglir Smyril ikki túrnarnar úr Tórshavn kl. 08.45 og av Tvøroyri kl. 11.30. Siglt verður av Tvøroyri kl. 06.00 og kl. 18.45, og úr Tórshavn kl. 16.00 og kl. 21.15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder