2020-11-05 12:25

Strandfaraskip Landsins boðar í dag frá, at avlýsingar verða hjá Smyrli og Jósup seinnapartin.
Síðsti túrur hjá Smyrli av Krambatanga var klokkan 11.30, og síðsti túrur av Havnini verður klokkan 14.15.
Orsøkin, skrivar ssl.fo, eru trongligar havnaumstøður í Tórshavnar Havn og óhøgligt veður. Tí verður mett, at trygdarviðurskiftini ikki eru nøktandi.
Tað er eisini veðrið, sum er orsøkin til, at Jósup, ið rekur Nólsoyarleiðina í løtuni, siglir seinasta túr av Havnini í dag klokkan 16.20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald