Innanlands

Avlýsingar í samferðsluni í dag

Smyril avlýsti í morgun

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-03-21 07:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veðrið er so mikið keðiligt í dag við nógvum vindi, at Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar í morgun.

Smyril fór ikki av Krambatanga sum ætlað klokkan 6 í morgun, og enn er ikki greitt, hvussu siglt verður dag. Serliga seinnaparturin og kvøldið eru ivasom, tí roknað verður við meira vindi tá.

Leið 701 hjá Bygdaleiðum millum Famjin, Tvøroyri og Hvalba varð avlýst tíðliga í morgun, men koyrir nú aftur.

Hinvegin er leið 500 millum Viðareiði og Klaksvík fyribils støðgað vegna nógvan vind, upplýsa Strandfaraskip Landsins.

Landsverk boðar frá nógvum vindi í morgun. Vindmátararnir vísa yvir 30 metrar um sekundi eitt nú á Heltnini, Gjáarskarði, Norðradalsskarði, Velbastaðhálsi og í Hvalba.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder