Fleiri bretskar matvøruhandilsketur hava nú sett mark fyri, hvussu nógvar fløskur av matolju viðskiftafólk sleppa at keypa.
Tesco hevur sett eitt mark á tríggjar fløskur per persón, meðan Waitrose of Morrisons hava sett markið á tvær fløskur.
Kríggið í Ukraina hevur elvt til matoljutrot í Stórabretlandi, umframt hægri prísir, og eru hesi tiltøk sett í verk fyri at tryggja, at matolja er tøk hjá øllum.
Avmarkingin er galdandi fyri fleiri sløg av matolju, men sólblómuolja, sum bretar í høvuðsheitum innflyta úr Ukraina, er tann best umtókta, skrivar Ritzau.
Í dag er prísurin á matolju í Stórabretlandi uml. 20 prosent hægri enn fyri einum ári síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald