Russiski býurin Norilsk fekk óvæntaða vitjan í gjár, tá ein fullvaksin hvítabjørn í gjár gekk og mól rund í einum ídnaðarøki í útjaðaranum av býnum – nógvar hundrað kilometrar frá sínum vanliga búøki í Arktis.
Hvítabjørnin er eftir øllum at døma vilst burtur frá sínum vanliga búøki, skrivar Reuters.
Kvennbjørnin tyktist avmergjað og lá leingi still meðan fólk nærkaðust fyri at síggja stóra dýrið.
Sambært granskarum í býnum, er hetta fyrstu ferð í 40 ár, at tey hava sæð hvítabjørn í ídnaðarbýnum, sum liggur norðalaga í Sibiria.
(Mynd: siberiantimes.com)
Oleg Krashevsky, serfrøðingur í villinidýrum sigur við Reuters, at ógreitt er, hví hvítabjørnin er komin so langt av leið. Ein møguleiki kann vera, at hon er vilst, sigur hann.
- Bjørnin hevði rennandi eygu og kanska sær hon ikki væl, sigur Oleg Krashevsky við Reuters.
Hvítabjarnir liva har havísur er, og tí ávirkast lív teirra nógv av, at hitin á jørðini ornar. Tá ísurin hvørvur á havinum, gerst tað truplari hjá bjarnunum at veiða kóp, sum er teirra týdningarmesta føði.
Tí leita bjarnir sær aðrar leiðir – ofta nærhendis fólkum. Í apríl í ár sást ein hvítabjørn í bygdini Tilichiki á Kamtjatka hálvoynni.
Óvist er, um veðurlagsbroytingarnar hava nakað at gera við bjarnavitjanina í Norilsk. Í dag skuldu serfrøðingar koma til býin at kanna avmergjaðu bjørnina nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald