Uttanlands

Avrætting við køvievni skal roynast á fyrsta sinni

Kenneth Smith verður fyrsti persónur í USA, sum verður tikin av lívi við drápshátti, ið ikki er royndur fyrr

Brotsfólkamynd av Kenneth Smith (Mynd: BBC)

Brotsfólkamynd av Kenneth Smith (Mynd: BBC)

2024-01-25 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hægstirættur í USA avvísti í gjár eina umbøn um at útseta landsins fyrstu avrætting við brúk av køvievni – nitrogen.

Avrættingin verður tí í dag í statinum Alabama, skrivar NBC News.

Tað var tann deyðadømdi sjálvur, Kenneth Smih, sum hevði biðið um at fáa avrættingina útsetta.

Í 1988 varð hann dømdur til deyða fyri at hava framt eitt leigudráp á Elizabeth Sennett, ið var kona ein prædikumann.

Kenneth Smith hevur fleiri ferðir roynt at forða fyri, at avrættingin við køvievni kundi gjøgnumførast, tí hann heldur, at møguleiki er fyri, at royndin kann miseydnast.

Hann heldur eisini, at drápshátturin við køvievni, er brot á rætt hansara til ikki at pínast undir avrættingini. Hetta er ein rættur, ið er staðfestur í áttanda ískoytinum til amerikansku grundlógina.

[object Object](Mynd: BBC)

Undir eini avrætting við køvievni, verður tann dømdi tvingaður til at anda reint køvievni í seg. Uttan súrevni – oxygen – missir ein vitið og doyr.

Vanliga inniheldur luftin, sum fólk anda í seg, 78 prosent av køvievni. Grundevnið er sostatt ikki vandamikið í sjálvum sær, tá tað verður andað inn saman við súrevni.

Ætlanin var, at Kenneth Smith skuldi avrættast 17. november 2022.

Men tað miseydnaðist, tí tað eydnaðist ikki starvsfólkunum í fongslinum at finna eina bláæðr til tað deyðiliga eitrið, og tey góvust tí við royndini.

Avrætting við køvievni er lóglig í trimum statum í USA, men hevur enn ongantíð verið brúkt.

Í Alabama gjørdu myndugleikarnar drápsháttin lógligan í 2018 orsaka av troti á eiturevnum at sproyta í tey dømdu, ið annars verður brúktur.

Eisini í Oklahoma og Mississippi er hátturin við køvievni loyvdur, men hevur enn ongantíð verið brúktur.

Tey, ið tala fyri at brúka køvievni í sambandi við avrættingar siga, at hátturin er pínuleysur, meðan mótstøðufólk seta drápsháttin í samband við at gera royndir við menniskjum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder