Løgreglan í avstralska statinum New South Wales hevur sett eitt størri kanningararbeiði í verk, eftir at 14 kengurur vórðu funnar deyðar sunnanfyri stórbýin Sydney. Talan er møguliga um eitt mál um djóramisrøkt.
Fyrst fann løgreglan fimm vaksnar kengurur og ein unga nærindis Long Beach 270 kilometrar sunnanfyri Sydney, og seinni vórðu sjey vaksnar kengurur og ein ungi afturat funnar nærindis.
Fyribilskanningar hjá løgregluni geva eina ábending um, at talan var um tilvitað dráp, skrivar Ritzau.
Løgreglan hevur tosað við fleiri vitni, umframt at upptøkur frá vakmyndatólum verða brúktar í kanningararbeiðnum. Eisini hevur løgreglan heitt á almenningin um hjálp.
Stórtsæð øll tey serstøku avstralsku djórasløgini sum kengurur og koalabjørnin eru vard í New South Wales. Hetta merkir, at tað er bannað at fanga ella skjóta hesi djórini uttan serligt loyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald