Í dag gevst Avstralia við menningini av einum koppingarevni móti covid-19. Orsøkin er, at fleiri royndarpersónar hava fingið følsk positiv úrslit í sambandi við kanningum fyri HIV.
Hesi úrslitini hava síðani fingið avstralsku stjórnina at sleppa ætlanini um at keypa 51 mió. skamtar av evninum, sum University og Queensland hevur ment.
Í staðin er ætlanin at bíleggja fleiri skamtar frá AstraZeneca og Novax, sigur avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison.
Koppingarevnið hjá University of Queensland var ikki komið longur enn til fyrsta royndarstig.
Avstralski heilsumálaráðharrin, Greg Hunt, sigur sambært Ritzau, at í menningini av koppingarevninum varð brúkt eitt sindur av HIV protein, og hetta var orsøkin til, at royndarpersónar mentu andevni, sum órógvaðu ávís sløg av HIV kanningum, so tey fingu eitt sonevnt falskt positivt úrslit.
Tað verður undirstrikað, at koppingarevnið ikki elvir til HIV smittu, og at royndarpersónar ongantíð vóru í vanda fyri at fáa HIV.
Kortini verður hetta koppingarevnið droppað, tí myndugleikarnir óttast, at tað fer at fáa avleiðingar fyri álitið, sum fólkið hevur á koppingarevni. Hildið verður tó, at koppingarevnið hevði verið munagott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald