Í vár valdu nógv lond at gevast við at brúka koppinagarevnið hjá AstraZeneca orsakað av vandanum fyri álvarsomum hjáárin, eftir at fleiri koppsettir persónar høvdu fingið staðfest blóðtøpp, og nú hevur Avstralia eisini ætlanir um at gevast við at koppseta við hesum.
Avstralsku myndugleikarnir hava boðað frá, at koppingarevnið verður lagt á hillina í heyst, tá tey hava fingið nóg mikið av øðrum koppingarevni.
Í avstralsku koppsetingarætlanini framgongur tað, at AstraZeneca framvegis fer at verða nógv brúkt í juli og august.
Eftir ætlan verða 2,6 mió. koppsetingar gjørdar um vikuna, men talan verður í høvuðsheitum um persónar, sum eru eldri enn 60. Tá hesin aldursbólkurin so er um at verða liðugt koppsettur, verður koppingarevnið hjá AstraZeneca eftir ætlan bert brúkt til tey, ið ynskja at fáa hetta koppingarevnið, skrivar The Guardian.
Í farnu viku varð koppsetingin við AstraZeneca avmarkað til fólk yvir 60 ára aldur orsakað av vandanum fyri álvarsom hjáárin.
Í heyst fær Avstralia meira koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, umframt koppingarevni frá Moderna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald