1. desember var ætlanin, at avstralsku landamørkini skuldu lata enn meira upp, soleiðis at útlendsk lesandi og útlendsk arbeiðsfólk skuldu sleppa at ferðast til landið – um tey eru koppsett fyri koronu. Men so verður ikki, og orsøkin er Omikron-frábrigdið.
Eftir at avstralska stjórnin hevur havt kreppufund um málið, boðar forsætisráðharrin, Scott Morrison frá, at ætlanin fyribils er útsett í tvær vikur.
Fyribils útsetingin fer at tryggja, at tey í Avstralia kunnu savna ta kunningina, tey hava brúk fyri fyri betri at skilja Omikron-frábrigdið – m.a. við atliti til koppseting, sjúkugongd, smittu og møgulig mild sjúkueyðkenni, sigur forsætisráðharrin sambært Ritzau.
Tað var á vári í 2020, at Avstralia lat landamørkini aftur, og síðani hevur bert eitt avmarkað tal av ríkisborgarum og persónum við permanentum uppihaldsloyvi fingið loyvi at ferðast inn í landið, og fyrst í hesum mánaðinum varð eisini latið upp fyri Nýsælendskum ríkisborgarum.
At ætlanin um at lata landamørkini enn meira upp nú er útsett er ein smeitur fyri lokala búskapin og vinnulívið. Arbeiðsgevarar hava nevniliga bíðað leingi eftir, at lesandi og faklærd arbeiðsfólk kunu koma aftur til landið, av tí at har eru nógv støð, sum mangla arbeiðsmegi.
Higartil eru fimm tilburðir við Omikron-frábrigdinum staðfestir í Avstralia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald