Uttanlands

Avstralia letur upp fyri ferðandi úr Nýsælandi

Frá mánadegnum nýtast ferðandi úr Nýsælandi ikki í sóttarhald, tá tey koma til Avstralia

Ferðafólk á floghavnini í Melbourne (Mynd: EPA)

Ferðafólk á floghavnini í Melbourne (Mynd: EPA)

2021-10-31 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mánadegnum sleppa ferðafólk úr Nýsælandi aftur at ferðast til Avstralia uttan at skula í sóttarhald við komu, upplýsir avstralski ráðharrin í handils- og ferðavinnumálum, Dan Tehan.

Hann sigur, at hetta fer at hjálpa ferðavinnuni nógv.

– Í 2019 hevði Avstralia 1,43 milliónir vitjandi úr Nýsælandi – og ger tað hetta til ein av okkara størstu ferðavinnukeldum – og brúktu tey 1,6 milliardir avstralskar dollarar (uml. 7,7 milliónir krónur, red.) og stuðlaðu tey avstralska búskapinum og lokalum arbeiðsplássum og vinnurekandi, sigur Dan Tehan sambært Ritzau.

Seinastu 18 mánaðirnar hava avstralsku landamørkini so at siga verið stongd, meðan korona hevur herjað.

Mørkini hava tó fyrr verið opin fyri ferðandi úr Nýsælandi, tá londini gjørdu eina avtalu um at lata fólk ferðast millum londini, sum bæði høvdu klárað seg rímiliga væl gjøgnum koronafarsóttina við lítlari smittuspjaðing. Skipanin varð tó fyribils steðgað í juli, tá Avstralia byrjaði at skráseta fleiri smittuútbrot.

Men nú verður partvíst latið uppaftur.

Hetta merkir tó ikki, at ein og hvør nýsælendingur frítt kann ferðast til Avstralia.

Fyri at ferðast inn í landið, er framvegis neyðugt at skjalprógva, at mann er koppsettur fyri koronu, og eisini skal mann vísa á negativt kanningarúrslit. Nýsælendingar noyðast eisini í sóttarhald í 14 dagar, tá tey koma heim aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder