Uttanlands

Avstralia og Nýsæland nú fingið koppingarevni

Bæði londini hava fingið fyrstu sendingina frá Pfizer og BioNTech í dag – Avstralia byrjar at koppseta mánadagin, og Nýsæland byrjar at koppseta leygardagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-15 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Evropa byrjaðu vit at koppseta fyri fleiri mánaðum síðani, í gjár varð boðað frá, at Japan fer at byrja at koppseta móti covid-19 í vikuni, og nú hava eisini Avstralia og Nýsæland fingið koppingarevni.

Sambært tíðindastovuni Reuters verða tey fyrstu koppsett í Nýsælandi og Avstralia í næstum. Í Avstralia verður byrjað mánadagin 22. februar.

Sambært avstralska heilsumálaráðharranum, Greg Hunt, er fyrsta sendingin við 142.000 skamtum av koppingarevni hjá Pfizer og BioNTech komin til landið í dag.

Í Nýsælandi hava tey í dag fingið 60.000 skamtar, eisini frá Pfizer og BioNTech. Har verður byrjað at koppseta leygardagin 20. februar, sigur forsætisráðharrin, Jacinda Ardern.

Nýsæland hevur bílagt nóg mikið av koppingarevni til at bjóða øllum borgarum ókeypis koppseting.

Bæði Nýsæland og Avstralia hava sett tiltøk í verk, eftir at smitta varð staðfest millum fólk í sóttarhaldi á einum gistingarhúsi í Melbourne, og bretska frábrigdið varð staðfest hjá trimum persónum í Auckland.

Hetta er fyrstu ferð í eitt hálvt ár, at tiltøk verða sett í verk í Auckland. Tá farsóttin byrjaði at gera um seg fyri einum ári síðani, setti Nýsæland strong tiltøk í verk, sum megnaðu at niðurberja smittuna.

Nýsæland varð mett at vera millum tey londini, sum hava klárað seg best undir koronafarsóttini.

Nýsæland hevur staðfest 2.330 smittutilburðir og 25 andlát, meðan Avstralia hevur staðfest beint undir 29.000 tilburðir og 909 andlát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder