placeholder
Uttanlands

Avstralia: Regnið køvir brennandi náttúruna

Ein náttúrueldur, ið hevur herjað í yvir 200 dagar er nú skløktur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-13 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein náttúrueldur við eysturstrondina av Avstralia er nú sløktur eftir at hava logað í 210 dagar.

Eldurin við heitinum Lindfield Park Road Fire við strandarbýin Port Marcquaire norðan fyri Sidney, hevur herjað síðan 18. juli í fjør.

Níggju ferkilometra stóri eldurin er sløktur eftir at regn í metstórum mongdum er fallið yvir statin New South Wales, har tey hava havt 260 millimetrar av regni seinastu samdøgrini, upplýsa lokalu sløkkiliðsmyndugleikarnir á Twitter.

Sløkkiliðini hava eisini pumpa stórar mongdir av vatni í jørðina, tí størsti parturin av eldsbrunanum hevur verið undir jørð, skrivar blaðið Sydney Morning Herald.

Hóast nógva regnið, herja framvegis 25 náttúrueldar í statinum, harav tamarhald ikki er fingið á fýra teirra, skrivar Ritzau.

Men myndugleikarnir vænta, at allir eldarnir eru køvdir tá henda vikan er av, tí boðað er frá meira regni.

Í Sidney og økinum harumkring hava tey hesar seinastu fýra dagarnar upplivað mesta regn síðan 1990. Umleið 400 millimetrar av avfalli vórðu máldir frá fríggjadegnum til mánamorgunin, og tað er meira enn býurin hevur fingið seinastu seks mánaðirnar, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder