Uttanlands

Avstralia: Tvey fólk deyð og 23 sløkkilisfólk særd

Fleiri hundrað skógareldar herja enn í Avstralia, sum í vikuni varð rakt av hitabylgju

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-12-21 10:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skógareldarnar, sum í hesum døgum herja í fleiri avstralskum statum, kravdu í gjár tvey mannalív afturat – hesuferð nærindis býnum Adelaide í statinum South Australia.

Sambært Ritzau hava skógareldarnar í Avstralia nú kravt tilsamans tíggju mannalív, og í gjár vórðu 23 sløkkiliðsfólk eisini særd, tá teir stríddust við eldin í South Australia. Hjá einum teirra er støðan lívshættislig.

Í løtuni herja fleiri enn 200 skógareldar í landinum, og veðrið ger tað torført at fáa tamarhald á teimum.

Í vikuni varð Avstralia nevniliga rakt av ógvusligari hitabylgju. Tríggjar dagar á rað hevur miðalhitin í landinum sligið met. Nógvastaðni er hitin farin uppum 40 stig.

Í vikuni varð undantaksstøða eisini lýst í statinum New South Wales, har helvtin av skógareldunum herja.

Í dag eru 10.000 sløkkiliðsfólk og onnur tilbúgvingarfólk farin uppí stríðið móti skógareldunum í statinum. Seinastu vikurnar hava uml. 2000 sløkkilisfólk luttikið í stríðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder