Forsætisráðharrin í Avstralia, Anthony Albanese, frá vinstravenda Labor-flokkinum, heldur, at stundin nú er komin til at halda eina atkvøðugreiðslu um at loysa landið frá bretska kongshúsinum, skrivar AFP tíðindastovan frá avstralskum miðlum..
Tað hevur leingi verið kent, at Albanese hevur ta áskoðan, at Avstralia skal vera lýveldi, og hann hevur eisini, sum fyrsti forsætisráðharri nakrantíð, útnevnt ein lýveldisráðharra.
Lýveldisráðharrin, sum eitur Matt Thistlethwaite, segði í juni við blaðið The Guardian, at endin á stjórnartíðarskeiðinum hjá Elizabeth drotning, eigur er eitt høvi til at kjakast um at gera Avstralia til lýveldi, republikk.
Tríggjar mánaðir seinni doyði drotningin á slotti sínum í Skotlandi.
Forsætisráðharrin viðgongur annars, at tað eru onnur mál, sum eru meira týðandi at fáa gjøgnumført í løtuni, millum annað ein fólkaatkvøða, ið skal geva upprunafólkunum í Avstralia betri møguleika fyri at verða hoyrd, um landsins leiðsla hevur ætlanir um at fremja lógarbroytingar, ið kunnu ávirka tey.
- Vit eiga at vera errin av at búgva í heimspartinum við heimsins elstu núlivandi mentan, sum hevur verið her í meira enn 65.000 ár, sigur forsætisráðharrin.
Spurningurin um at skipa lýveldi varð tikin upp longu á eini fólkaatkvøðu í 1999. Tað uppskotið snúði seg um, at tjóðartingið skuldi hava uppgávuna at velja landsins forseta, ikki fólkið.
Fyrr í ár svaraðu 54 prosent av avstraliarunum, sambært eini kanning í The Sydney Morning Herald, at tey fóru at atkvøða ja til at gera landið til lýveldi. 46 prosent svaraðu nei.
38 prosent av teimum spurdu svaraðu tó, at tey ikki vóru heilt sannførd, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald