Uttanlands

Avstralia: Veðrið batnar í komandi viku

Væntandi verður eitt sindur kaldari í veðrinum og nakað av harðliga tiltrongdum avfalli, men vandin er ikki av enn

Vrak av bili í New South Wales (Mynd: EPA)

Vrak av bili í New South Wales (Mynd: EPA)

2020-01-11 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan í Avstralia fer væntandi at batna komandi viku. Sambært veðurfrøðingum, verður veðrið neviliga kaldari, og væntar mann eisini eitt sindur av harðliga tiltrongdum avfalli, sum kann hjálpa teimum mongu sløkkiliðsfólkunum, sum í løtuni stríðast við skógareldunum í landinum.

Skógareldarnar hava herjað í Avstralia síðan oktober, og er tað serliga eystari parturin, sum er hart raktur.

Eldurin hevur higartil kravt 27 mannalív, fýra av teimum sløkkiliðsfólk, og mett verður, at upp móti 500 mió. djór eisini hava latið lív, skrivar TV2.

Í dag verður boðað frá uml. 140 skógareldum í statinum New South Wales. 2000 hús eru oyðiløgd, og mett verður, at talan er um skaðar fyri meira enn 4 mia. krónur tilsamans, sigur Insurance Council Australia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder