Uttanlands

Avstralia vil avlíva villar kettur við eitraðum pylsum

Fleiri enn 20 djórasløg eru í vanda fyri at doyggja út orsakað av kettunum

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-04-26 22:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avstralska stýrið stríðist við at minka um talið av villum kettum í landinum. Orsøkin er, at fleiri enn 20 djórasløg eru í vanda fyri at doyggja út orsakað av kettunum.

Tí fer mann nú í holt við at taka lívið av eini tveimum mió. villum kettum við eitraðum pylsum.

Pylsurnar er gjørdar av m.ø. feitti av høsnarunga, kengurukjøti, urtum og eitri.

Sambært almennum tølum eta avstralsku ketturnar næstan 650 mió. skriðdjór um árið, og hevur mann summastaðni nú tveitt pylsurnar úr flogførum til ketturnar at finna.

Summastaðni í landinum búgva næstan 100 kettur per ferkilometur, og serfrøðingar siga seg ikki vita, hvat orsøkin til hetta er, skrivar DR.

Í 2015 gjørdu myndugleikarnir eina ætlan um at avlíva tvær mió. kettur, av tí at fleiri enn 120 djórasløg tá vórðu hótt orsakað av kettunum.

Hvør ketta etur fimm djór um dagin, og 27 djórasløg eru útdeyð orsakað av hesum, var grundgevingin hjá umhvørvismálaráðnum tá.

Síðan tá hevur mann avlívað nógvar kettur í Avstralia, m.a. við at skjóta tær, við eitri og við serligum fellum.

Nógv finnast tó at ætlanini um at avlíva ketturnar, og eru mótstøðufólk byrjað at savna inn undirskriftir fyri at steðga tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder