Avstralska sjónvarpsstøðin ABC varð í morgun rannsaka av avstralsku samveldisløgregluni. Løgreglan brast inn á kontórið hjá sjónvarpsstøðini í morgun og leitaði eftir skjølum frá teimum sokallaðu “Afghan Files”.
“The Afghan Files” eru skjøl frá Verjumálaráðnum, sum ABC hevur fingið hendur. ABC hevur gjørt eina greinarøð, har pástandir verða bornir fram um at avstralskir hermenn í Afganistan hava framt ólóglig dráp í krígnum.
AFP arriving at @abcnews to execute a search warrant over the stories which revealed allegations of unlawful killings and misconduct by Australia Special Forces in Afghanistan. @abcnews #ABCraids pic.twitter.com/IW4tS7HTwA
— Elise Worthington (@elisereports) June 5, 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald