Uttanlands

Avstralska stjórnin bannar eisini TikTok

Skjótt sleppa starvsfólk hjá tí almenna í Avstralia heldur ikki at hava umstrídda sosiala miðilin á arbeiðstelefonini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-04 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hava starvsfólk hjá tí almenna í fleiri londum fingið boð um at strika sosiala miðilin TikTok av arbeiðstelefonunum, og bannar stjórnin í Avstralia eisini TikTok á øllum telefonum, sum almenn starvsfólk hava fingið útflýggjað.

Forboðið kemur í gildi skjótast gjørligt, og er tað eftir tilmæli frá avstralsku fregnartænastunum, upplýsir avstralski løgmálaráðharrin, Mark Dreyfus.

Lee Hunter, sum er stjóri fyri TikTok í Avstralia sigur, at tey eru vónbrotin um avgerðina hjá stjórnini, og hevur TikTok ferð eftir ferð bjóðað seg til at samskifta við stjórnina um ætlaða forboðið.

– Vit vilja undirstrika, at har ikki er nakað prógv, sum gevur ábending um, at TikTok á nakran hátt er ein hóttan móti trygdini hjá avstraliarum, og at appin ikki skal fáa somu viðferð sum aðrar sosialar miðlar, sigur hann sambært Ritzau.

Illgruni er um, at ByteDance, sum eigur TikTok, gevur kinesisku stjórnini atgongd til upplýsingar hjá brúkarunum, men sambært Kina byggir hetta á falstíðindi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder