77 ára gamli kardinalurin, George Pell, var í gjár við ein dómstól í Melbourne í Avstralia, dømdur seks ára fongsul fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tveir ómyndugar dreingir.
Fyrstu trý árini og átta mánaðirnir eru treytaleysir uttan møguleika fyri royndarleyslating.
George Pell er fyrrverandi ráðgevi fyri pávan. Ágangurin móti teimum báðum kórdreingjunum skal vera hent miðskeiðis í nítiárunum.
Dómarin segði tá dómurin varð feldur, at katólski kardinalurin hevur gjørt seg sekan í einum ”skammiligum og ógvusligum kynsligum álopi” á teir báðar dreingirnar, skrivar Ritzau.
- Í mínum eygum var tín atburður fyltur av óvanligari hugmóð, segði dómarin, Peter Kidd, undir upplestrinum av dóminum, sum tók meira enn ein tíma.
Sambært dómaranum hevur Pell ikki víst tekin um skuldarkenslu ella angur undir rættarmálinum - nakað, ið annars kundi ført til ein mildari dóm.
Dómurin avgjørdi eisini, umframt fongsulsrevsing, at George Pell skuldi skrásetast á einum lista yvir kynsligar brotsmenn.
Eitt nevningating í Melbourn dømdi í desember kartinalin sekan í fimm ákærum, sum snúðu seg um, at hann hevði gjørt seg inn á tveir kórdreingir meðan hann var erkabiskupur í Melbourn.
Ágangurin hendi eftir at kardinalurin hevði avdúkað dreingirnar, sum vóru 12 og 13 ár, í at hava drukki av altarvíninum.
Annar teirra vitnaði í rættinum. Hin doyði í 2014 av eini yvirdosis av heroini.
Tilburðirnir hendu í 1996 og 1997. Men í Avstralia verða mál um kynsligan ágang ikki firnað.
Kardinalurin hevur noktað seg sekan í øllum ákærunum og hevur boðað frá, at hann fer at kæra dómin.
77 ára gamli George Pell er fyrrverandi fíggjarmáaráðharri í Vatikaninum, og hevur sostatt eisini verið millum nærmastu ráðgevar pávans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald