![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Victoria, ið er ein av fólkaríkastu statunum í Avstralia, skrásetti mánadagin 35 nýggjar smittutilburðir og sjey nýggj andlát. Tað er lægsta økingin, sum staturin hevur havt í eitt samdøgur síðan juni.
Tí hevur høvuðsstaðurin í Victoria, Melbourne, linkað nøkur av koronatiltøkunum. Útfaringarforboðið er stytt ein tíma um næturnar, og fólk kunnu nú vera úti í tveir tímar um dagin í staðin fyri ein, skrivar Ritzau.
Strong tiltøk vórðu sett í verk í Melbourne, sum eisini er næststørsti býur í Avstralia, fyrst í august. Orsøkin var, at staturin Victoria hevði skrásett fleiri enn 700 tilburðir í eitt samdøgur.
Victoria er avstralski koronamiðdepilin. 75 prosent av smittutilburðunum eru skrásettir í Victoria, umframt 90 prosent av andlátunum.
Sambært Johns Hopkins University hevur Avstralia skrásett 26.686 smittutilburðir og 817 andlát.
Daniel Andrews, forsætisráðharri í Victoria, hevur sagt, at Melbourne fór at lata meira upp, um dagliga smittutalið fór niður á millum 30 og 50 áðrenn 28. september.
Hetta merkir, at fimm fólk nú kunnu hittast uttandura, og at dagstovnar kunnu lata uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald