Uttanlands

Avstralskur statur biður um meira koppingarevni

Smittustøðan í Sydney er vorðin ein tjóðarkreppa, sigur leiðarin í statinum New South Wales, Gladys Berejiklian, sum hevur biðið um meira koppingarevni

Her bíða fólk eftir at sleppa til koronakanning í Sydney (Mynd: EPA)

Her bíða fólk eftir at sleppa til koronakanning í Sydney (Mynd: EPA)

2021-07-23 08:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avstralski stórbýurin Sydney hevur síðan 26. juni verið afturlatin orsakað av einum nýggjum smittuútbroti við Delta-frábrigdinum, og støðan í Sydney er nú vorðin ein "tjóðarkreppa", sigur leiðarin í statinum New South Wales, Gladys Berejiklian.

Við 136 nýggjum tilburðum í dag er staturin langt frá málinum um onga smittu í samfelagnum. Tí er ynskið, at samveldisstjórnin syrgir fyri, at Sydney fær meira koppingarevni.

Gladys Berejiklian vísir m.a. á, at útbrotið í Sydney kann spjaða seg til aðrar statir.

– Vit vita, at har eru summi støð í Avstralia, sum hava fáar tilburðir ella ongar tilburðir. Vit noyðast í minsta lagi at syrgja fyri, at so nógv sum gjørligt í rakta lokalsamfelagnum fáa fyrru koppsetingina, sigur hon.

Men leiðarar í øðrum statum ynskja ikki at geva New South Wales teirra koppingarevni.

Daniel Andrews, leiðari í statinum Victoria sigur, at tey mugu vera varin, tá tey taka avgerðir um, hvønn tey skulu raðfesta. Talið á smittutilburðum, ið vórðu staðfestir í Victoria í dag var 14, og teir flestu eru í býnum Melbourne.

Steven Marshall, leiðari í statinum South Australia sigur, at hann ikki ætlar at senda nakað av teirra koppingarevni til nakað annað stað.

Málið kemur fyri á fundi millum avstralska forsætisráðharran, Scott Morrison og leiðararnar í ymsu statunum í dag, skrivar Ritzau.

Higartil eru 15 prosent av avstralska fólkinum liðugt koppsett.

Avstralia hevur annars klárað seg væl undir hesari farsóttini, og hevur tað áður eydnast væl at steðga líknandi smittuútbrotum. Tí eru koronatølini í Avstralia eisini lutfalsliga lág í mun til nógv onnur lond. Talið á staðfestum tilburðum er beint omanfyri 32.400, og talið á andlátum, ið eru skrásett í sambandi við smittuni er 915.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder