Uttanlands

Avtala gjørd um fíggjarætlan: Almenni geirin letur upp aftur

Trump og kongressin hava gjørt avtalu um eina fyribils fíggjarætlan, sum er galdandi fram til 15. februar

Donald Trump (Savnsmynd)

Donald Trump (Savnsmynd)

2019-01-26 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tann parturin av almenna geiranum, sum hevur verið afturlatin í 35 dagar, letur nú uppaftur - fyribils.

Í gjár varð boðað frá, at semja varð gjørd millum Trump og kongressina um eina fyribils fíggjarætlan, sum er galdandi í tríggjar vikur - til 15. februar.

Fígging til ein múr eru tó ikki ein partur av hesari fyribilsætlanini, skrivar DR.

Á tíðindafundi í gjár segði Trump, at hann framvegis heldur tað hava stóran týdning, at USA fær ein múr á markinum til Meksiko, og tað var nevniliga múrurin, sum var orsøkin til, at ein partur av almenna geiranum lat aftur 22. desember í fjør.

Trump legði dent á, at hann framvegis er til reiðar at stríðast fyri at fáa tann múrin, sum hann hevur lovað veljarum sínum.

Sambært Trump hevur tað stóran týdning, at múrurin verður bygdur, og fær hann onga semju við kongressina um hetta, er tað møguligt, at almenni geirin verður latin aftur enn einaferð, um Trump ikki ger sær dælt av øðrum møguleikum fyri at fáa múrin. Tað segði hann á tíðindafundinum.

Trump lovaði eisini, at tey 800.000 alment løntu starvsfólkini, sum ikki hava fingið løn síðan 22. desember, fáa lønina útgoldna skjótt, og samstundis kunnu tey, sum vórðu tvungin í farloyvi, fara aftur til arbeiðis mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder