Innanlands

Avtala millum Runavíkar kommunu og Mest um nýggja turrdokk

Ætlanin er at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála, sum fer at hava við sær, at væl størri skip kunnu takast upp

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2024-04-06 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár skrivaðu Mouritz Mohr, Petur Háberg og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri, nevndarformaður í Mest og borgarstjóri í Runavíkar kommunu undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála.

– Partarnir eru samdir um at gera eina fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt, skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

– Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd, eystari enn hin núverandi, soleiðis, at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju – framvið atløgusíðuni og í dokkini.

Áðrenn farið verður í holt við útbyggingina skal verkætlanin í síni heild góðkennast av Runavíkar kommunu og avvarðandi myndugleikum.

Sambært Runavíkar kommunu hevur býráðið tikið undir við avtaluni, og sambært umboðunum hjá Mest er ætlanin sum skjótast at fara undir at arbeiða víðari við ætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder