Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing
Avtalan er gjørd ímillum Pf. Tryggingarfelagið Lív, Pf. Betri Pensjón, Eftirlønargrunnur Løntakaranna (Lívsverk) og Pf. NordikLiv Lívstryggingarfelag
Avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing. Feløgini hava sambært avtaluni bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt, og grannskoðararnir skulu tryggja, at feløgini halda avtaluna.
Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1. september 2024 skal einstaki eftirlønarkundin fáa upplýst, hvussu nógv hann í 2023 hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.
Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum.
Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstilling” frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, F&P.
Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvørjar kostnaðir kundin rindar fyri at hava sína eftirlønarskipan. Síðani 2010 hava øll donsk feløg, á ein skipaðan hátt, roknað og upplýst sínar eftirlønarkundar um ÁKK (árliga kostnaðin í krónum) og ÁKP (árliga kostnaðin í prosentum).
Nevndirnar og stjórnirnar í føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum hava verið samd um, at feløgini skulu miða eftir, at einstaki eftirlønarkundin fær eina kunning um kostnaðir, sum er á sama støði sum donsk feløg geva sínum eftirlønarkundum. Feløgini hava tí í samstarvi við Tryggingareftirlitið síðani 2018 arbeitt við at seta í verk eina samsvarandi skipan fyri føroysku eftirlønarkundarnar.
Í allari tilgongdini hava partarnir verið konstruktivir og samstarvssinnaðir, og Tryggingareftirlitið og feløgini eru sera fegin um, at tað nú hevur eydnast feløgunum at gera eina sjálvbodna sínámillum avtalu til gagns fyri einstaka eftirlønarkundan.
Til ber at lesa avtaluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum: www.tryggingareftirlitid.fo
Tíðindaskriv frá Tryggingareftirlitinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald