Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, og danska stjórnin hava í dag skrivað undir eina avtalu á tilsamans 1,2 milliardir krónur.
Pengarnir skulu eitt nú brúkast til íløgur í Grønlandi komandi trý árini, skrivar skrivar danska fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
- Avtalan merkir eisini, at tað kemur ein hjálparpakki til grønlendsku borgararnir, ið eru mest útsettir búskaparliga, stendur í skrivinum.
- Partarnir eru eisini samdir um at raðfesta pengar til veitingarøkið – millum annað til vatnveitingarverkætlanir í Ilulissat og til almenna veitingarfelagið, Nukissiorfiit, so felagið kann veita meira tíðarhóskandi og trygga streymveiting í Grønlandi, stendur víðari.
Avtalan byggir víðari á eina aðra avtalu landanna millum, ið varð gjørd í februar, og sum snúði seg um fleiri milliónir krónur til at viðgera grønlendskar sjúklingar í danska heilsuverkinum.
Danmark og Grønland eru eisini samd um seta fleiri pengar av til raksturin av nýggju altjóða floghavnunum í Grønlandi.
Eisini skulu pengar setast av til forkanningar í 2027 til ein nýggja flogbreyt í Ittoqqortoormiit og til nýggja djúphavn í Qaqortoq.
- Vit gera íløgur í átøk, sum grønlendingar kunnu merkja í gerandisdegnum, og sum samsstundis stuðlar arbeiðinum hjá Naalakkersuisut við at menna eitt sterkt og burðardygt samfelag, sigur Peter Hummelgaard, fíggjarmálaráðharri í tíðindaskrivinum.
Talan er komin í lag sambært rammuavtalu, sum Mette Frederiksen, gjørdi við grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen í september í fjør.
Her vórðu partarnir samdir um ein pakka á tilsamans 1,6 milliarir krónur til at styrkja grønlendska heilsuverkið og byggja djúphavn og nýggja flogbreyt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald