Innanlands

Avtala um íbúðabygging undirskrivað á Toftum

Spf. Skákið fer undir at byggja upp til 70 nýggjar íbúðir beint sunnan fyri Svangaskarð

2022-10-31 18:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifelagið Skákið um stóru ætlanina at byggja 70 nýggjar íbúðir á Toftum.

Í summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.800 fermetrar, alment til sølu til íbúðabygging.

Spf. Skákið við Høgna Petersen o. fl. vístu áhuga. Eftir samráðingar gjørdist greitt, at felagið ynskti at keypa lendið til íbúðabygging og at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Á bygdaráðsfundi í september varð samtykt at selja matrikkul 264i, áleið 8.800 fermetrar, til Spf. Skákið, har treytað er, at kommunan eigur grótið. Eisini varð samtykt at taka av teirra tilboði um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar, har grótið verður brúkt til grótverjuna, sum verður longd umleið 180 metrar norður móti Saltsøluni.

Nes kommuna metir, at hetta eru tvær spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina, og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

Seinastu tvey árini eru fleiri íbúðabyggingar gjørdar í kommununi. Nes kommuna fegnast eisini um, at tað framvegis eru íleggjarar, sum hava áhuga og vilja at gera íløgur í eina nýggja íbúðabygging í okkara øki, sum við Eysturoyartunnlinum er vorðið partur av miðstaðarøkinum í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Skákið undirskrivaði Høgni Petersen, stjóri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder