2019-10-16 15:16
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Havnar Arbeiðarafelag gjørdu í gjár avtalu um starvsfólk á Brennistøðini.
Talan er um starvsfólkini á brennistøðini, ið starvast við evju-súgvarum í Tórshavnar kommunu. Talan er um avtalu, ið áður var gjørd millum Tórshavnar Kommunu og Havnar Arbeiðarafelag.
Avtalan byggir á sáttmálan millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Soleiðis verða øll viðurskifti, sum ikki eru greitt ásett í avtaluni partanna millum at fylgja sáttmálanum, sum Havnar Arbeiðarafelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald