Innanlands

Avtala um universitetssjúkrahús

Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing

Maria Skaalum Petersen, leiðari í heilsugranskingardeildini á Sjúkrahúsinum, Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, og Martin T. Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum, skrivaðu undir í Kongshøll í gjár

Maria Skaalum Petersen, leiðari í heilsugranskingardeildini á Sjúkrahúsinum, Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, og Martin T. Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum, skrivaðu undir í Kongshøll í gjár

2024-06-27 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya skrivaðu í gjár undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús.

Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.

Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.

Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Les eisini: Hava undirskrivað semjuskjal um heilsugransking og undirvísing 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder