Innanlands

Avtalan um radaran klár til undirskrivingar

Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, kemur til Føroya at skriva undir avtaluna í sambandi við ríkisfundin í Føroyum í næstu viku, skrivar Føroyska Tíðindastovan

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-06-02 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark sleppur at seta radara upp í Føroyum. Tað tíðindastovan FONyhedsbureau at siga.

Sambært Kaj Joensen, sum rekur tíðindastovuna, verður avtalan undirskrivað í sambandi við ríkisfundin í Føroyum í næstu viku. Tá kemur danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, til Føroya at skriva undir avtaluna.

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, váttar fyri tíðindastovuni, at avtalan verður undirskrivað í sambandi við ríkisfundin í Føroyum 9. juni.

Jenis av Rana vil tó ikki koma nærri inn á, hvat stendur í avtaluni.

- Innihaldið í avtaluni verður kunngjørt í sambandi við, at avtalan verður undirskrivað, sigur Jenis av Rana við FONyhedsbureau.

Málið hevur verið til viðgerðar í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sum gav landsstýrismanninum heimild til at samráðast við donsku stjórnina. Óvist er, hvørji krøv Føroyar hevur sett fyri at geva Danmark loyvi til at seta upp radaran á Sornfelli, skrivar fonyhedsbureau.dk 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder