694 ukreinsk herfólk á Azovstal verkinum í Mariupol hava givið seg yvir gjøgnum hetta seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir russiska verjumálaráðið sambært russisku tíðindastovuni, RIA.
Tilsamans hava 959 herfólk frá Azovstal stálverkinum givið seg yvir síðan mánadagin. 80 av teimum eru særd, upplýsir verjumálaráðið.
Ukraina hevur ikki vátta russisku tíðindini. Tað framgongur ikki í boðunum úr Russlandi um tað framvegis eru herfólk, sum gera mótstøðu á stálverkinum.
Mánadagin vórðu 264 ukrainsk herfólk flutt burtur frá viðgyrda stálverkinum við russiskari hjálp.
Les eisini og sí myndir: 264 særdir hermenn bjargaðir úr Azovstal-verkinum
Ukreinskir hermenn verða fluttir burtur í bussum (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald