Mentan

Bach í kertiljós á triðja sinni

Vælumtókta jólakonsertin í Ólavskirkjuni verður 12. desember

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-12-02 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóskvøldið 12. desember verður møguleiki at hoyra yndisligar og jólaligar tónar av Johan Sebastian Bach í gomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø.

Bach í kertiljósi verður konsertin kallað, sum nú verður hildin á triðja sinni. Lítla hugnaliga kirkjan í Kirkjubø verður einans upplýst av kertiljósum hetta kvøldið, og ljóðførini eru eisini – sum vera mann – øll akustisk.

Tað er Jón Festirstein, sum er fyriskipari av konsertini í ár, og hann hevur sett saman eitt lið av dugnaligum tónleikarum at spæla Bach-tónarnar. Ein av luttakarunum á konsertini er kilenska sopransangarinnan, Cinthia Parada, sum er búsitandi á Strondum.

Tónleikararnir vera Jón Festirstein á bratsj, Sámal Petersen og Ragnar Andreasen á violin, Tóri R. Jacobsen á sello og Dávur Birgirsson á gittara. Harafturat verður Meinhard Bjartalíð, prestur, við sum Bach-serfrøðingur.

Aftan á konsertina í kirkjuni verður ein hugnaløta í Stokkastovuni har borðreitt verður m.a. við drekkandi frá Føroya Bjór.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at koma í góðari tíð fyri at fáa pláss til konsertina. Pláss er fyri 120 fólkum í Ólavskirkjuni. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder