Í hesum so ótryggu tíðum í Evropa, er kanska ein uggi at leita sær í eina aldargamla kirkju fyri at lurta eftir tónleiki hjá gamla baroktónaskaldinum Johann Sebastian Bach.
Møguleikin verður í Ólavskirkjuni í Kirkjubø hóskvøldið, tá Bach í kertuljósi er á skránni.
Tað var í 2018, at tiltakið at spæla Bach í kertuljósi í Ólavskirkjuni byrjaði. Vanliga verður konsertin hildin fyrst í jólamánaðinum. Undan jólum hesaferð varð ongin konsert orsaka av koronutilmælunum. Nú verður konsertin ístaðin hildin hóskvøldið 3. mars.
Skráin er úr orkesturverkum og soloverkum fyri violin, sello og gittara. Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum, ið Carsten Macdonald Arnskov hevur gjørt.
Tey, ið framføra í ár, eru solistar úr úrmælinga- og tónleikabólkinum Aldubáruni: Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk, Jón Festirstein, Sámal Petersen, violin, Angelika Hansen, bratsj og Tóri Restorff Jacobsen, sello. Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur
Konsertin hóskvøldið er ókeypis og byrjar kl. 19.30. Plássið er avmarkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald