Uttanlands

Bað drotningina um hjálp, tá skotar skuldu atkvøða um loysing

Fyrrverandi bretski forsetisráðharrin, David Cameron, greiðir frá, at hann bað drotningina um hjálp, hóast hon eigur at vera politiskt neutral

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-09-19 20:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá skotar í 2014 skuldu á fólkaatkvøðu um loysing frá Stórabretlandi, bað táverandi bretski forsetisráðharrin, David Cameron, Elizabeth drotning um hjálp.

Í nýggjari dokumentar-sendingini "The Cameron Years" hjá BBC greiðir David Cameron frá, at hann bað drotningina "lyfta eina eygnabrúgv", tá tosað varð um útlitini til, at skotar fóru at atkvøða fyri loysing.

Fáar dagar seinni helt bretska drotningin eina røðu, har hon heitti á skotar um at "hugsa seg væl um".

Fyrsti partur av sendingini verður send á BBC One klokkan 21 í kvøld.

Bretska drotningin sleppur tó ikki at úttala seg um sína politisku meining, og tí hevur tað vakt ans, at David Cameron sigur seg hava biðið Elizabeth drotning um hjálp.

David Cameron stóð sjálvur á odda fyri átakinum, sum heitti á skotar um at verða verandi sum ein partur í Stórabretlandi, og sambært honum fór samskiftið millum hann og drotningina fram gjøgnum privata skrivaran hjá henni.

- Eg spurdi ikki um nakað óhóskandi. Tað var bert ein spurningur um at lyfta eina eygnabrúgv. Vit hildu, at tað kundi gera mun, sigur David Cameron.

Tað endaði við, at ein meiriluti á 55 prosent atkvøddi fyri at verða verandi í Stórabretlandi.

Men tað er ikki bert tað, at David Cameron bað drotningina um hjálp, sum er óvanligt, skrivar Politiken. Tað er hansara opinleiki um teirra samskifti eisini. Tað er ikki vanligt, at ein bretskur forsetisráðharri greiðir frá sínum sambandi við drotningini.

Sambært BBC hevur ein kelda úr bretska kongshúsinum eisini greitt frá, at tey í kongshúsinum ikki eru nøgd við útsøgnina hjá David Cameron.

Tað var David Cameron, sum í 2016 útskrivaði fólkaatkvøðuna um brexit, har ein meiriluti av bretska fólkinum atkvøddi fyri at fara úr ES. David Cameron fór frá sum forsetisráðharri aftaná fólkaatkvøðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder