Uttanlands

Bað ráðharra í Georgia um at finna fleiri atkvøður

Trump gjørdi enn eina roynd at broyta úrslitið av amerikanska forsetavalinum í telefonsamrøðu við innlendismálaráðharran í Georgia – Hetta er valdsmisnýtsla, sigur Kamala Harris

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2021-01-04 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin almannakungjørdi miðilin The Washington Post eitt ljóðbrot úr einari longri telefonsamrøðu millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og innlendismálaráðharran í Georgia, Brad Raffensperger, har forsetin heitir á hann um at "finna" fleiri atkvøður til hansara, so valúrslitið verður broytt.

Komandi amerikanski varaforsetin, Kamala Harris heldur hetta vera eina desperata roynd hjá Trump at misnýta vald sítt sum forseti. Tað segði hon í sambandi við eitt tiltak í Savannah í Georgia sunnukvøldið, har hon førdi valstríð fyri tveir demokratar, sum stríðast fyri at sleppa at umboða Georgia í Senatinum.

– Fólk í Georgia eru ill, fólk í landinum eru ill, hoyrist mann m.a. Trump siga í upptøkuni, sum The Washington Post hevur fingið fatur á.

Telefonsamrøðan við Raffensperger er tann seinasta av mongum royndum hjá Trump at fáa broytt valúrslitið frá forsetavalinum 3. november, har Joe Biden endaði við at fáa flest valmenn.

Higartil hevur Trump tó ikki fingið viðhald.

Sambært Ritzau vann Joe Biden valið í Georgia við 11.779 fleiri atkvøðum enn Trump. Staturin hevur annars áður verið at rokna sum ein republikanskur statur.

Men hóast valúrslitið í Georgia skuldi verið broytt, og Trump fekk teir 16 valmenninar har, hevði tað tó ikki broytt endaliga úrslitið av forsetavalinum. Har tryggjaði Joe Biden sær tilsamans 306 valmenn, meðan Trump fekk 232.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder