 
                
            Í morgin, fríggjadagin 28. juni, verður eitt tiltak í nýggja baðihúsinum í Tjaldarvík í Suðuroynni.
Tað er felagsskapurin Sjódypp, sum skipar fyri tiltakinum í sambandi við at baðihúsið er um at vera liðugt. Spildurnýggja hitastovan – sauna’in – verður tendrað klokkan 17 og fram til klokkan 20.
Tiltakið er fyri núverandi og komandi limir í felagsskapinum Sjódypp, sum verða bidnir um at taka baðiklæði við til eitt frískligt dypp í Tjaldarvík fyri síðan at njóta vakra umhvørvið har bæði uttanrura og innandura í nýggja hølinum við sauna og umklæðingarviðurskiftum.
Verkætlanin hjá Sjódypp byrjaði við at pengar vóru savnaðir inn gjøgnum hópfíggingarportalin. Nú er arbeiðið um at vera liðugt.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/06/27/gallery-thumbnail/1719475302zedx5vag6z.webp)
(Mynd: Sjódypp á Facebook)
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald