Innanlands

Báðir menninir givið seg til kennar

Løgreglan eftirlýsti fyrr í kvøld tveir menn á einari videoupptøku frá ólavsøku. Teir skulu hava framt grovan harðskap, og løgreglan ynskti at vita hvørjir teir vóru

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-18 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan veit nú hvørjir teir báðir menninir á einari videoupptøku, sum kom út fyrr í kvøld, eru. Teir báðir vóru eftirlýstir, tí teir hava framt grovan harðskap á ólavsøku, 30. juli kl. 04:40.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tað beinanvegin komu nakrar fráboðanir, men at annar av monnum ringdi eisini sjálvur inn og gav seg til kennar.

Hann fekk boð um, at biðja hin mannin ringja eisini, og hann so gjørdi.

Sostatt er tað avgreitt, og avhoyringar verða gjørdar í kvøld ella í morgin.

Videoupptøkan er tikin av aftur, nú hetta ivamálið er uppklárað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder