
Russland og Ukraina hava hvønn dag friðarsamráðingar, og eftir at tað so at siga ongan veg hevur gingið seinastu tíðina, so byrjar tað nú at líkjast - hetta sambært báðum pørtum.
Í sínari dagligu sjónvarpsrøðu til fólki sigur ukrainski forsætisráðharrin, at samráðingarnar nú eru meira veruleikakendar. Tó staðfesti Zelenskij, at tað skal meira tíð til, áðrenn sigast kann at tað veruliga er Ukrainu til frama.
Eingin vápnahvíld fekst í gjár, og talan er um ógvuliga harðar samráðingar siga teir serliga á ukrainsku síðuni, har teir ikki bert vilja yvirgeva seg, og geva eftir russiskum kravboðum.
Sergei Lavrov var jaligur, tá hann fyrr í dag tosaði við altjóða miðlar. Hann segði, at ein avtala millum partarnar nærkast. Russiski uttanríkisráðharrin segði, at eitt av høvuðspunktunum nú er, sum Russland og Ukraina helst kunnu semjast um, er at Ukraina skal verða uttanveltað og harvið ikki partur av NATO.
Onnur russisk krøv eru ov høg, sambært ukrainskum keldum, og Vladimir Putin segði í samtalu við Charles Michel, formann í Evropeiska Ráðnum, í gjár at ukrainar ikki slaka nóg nógv og at teir eru ov "óseriøsir" í tilgongdini.
Tískil er tað heldur trupult at siga, júst hvussu væl tað gongur, men tað eru í øllum førum jalig tekin úr legunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald