
Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst við sandin við Bug í Leirvík, ið er nær við rundkoyringina. Neystið stendur beint við Mataránna.
Orsøkin til keypið er, at kommunan kann útføra ætlanina um at gera tvey almenn baðirúm við brúsu til hugnaliga økið við sandin í Leirvík.
- Neystið liggur væl fyri í mun til sandin og kemur væl við fyri tey mongu, ið leita sær oman á sandin ein góðveðursdag. Harafturat er sjódipping blivið populert, og nú fáa tey, ið dáma væl at leypa út í kalda sjógvin, lættari atgongd til brúsur beint við sjóvarmálan.
Soleiðis skrivar Eysturkommuna, ið hevur sett 300.000 krónur til arbeiðið, á heimasíðu sínari. Kommunan ger arbeiði sjálv og arbeiðið er so smátt farið í gongd.
Neystið, sum stendur á matrikul 257 (Mynd: Eysturkommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald