Aftur í ár hevur Lions Club Tórshavn listaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn á ólavsøku, har alskyns listafólk sýna fram síni listaverk í tilsamans fýra dagar – alt samalt til frama fyri vælgerðarendamál.
Hesaferð letur framsýningin upp seinnapartin leygardagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til týsdagin 30. juli. Leygardagin er opið klokkan 16 til 20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14 til 20, og týsdagin er opið klokkan 16 til 20.
Sum vant, er framsýningin opin fyri øllum, ið hava hug til at sýna fram síni listaverk – bæði ólærd, sjálvlærd og onnur. Longu nú kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er sunnudagin 21. juli.
Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi mikudagin 24. juli millum klokkan 16 og 18, og óseld listaverk skulu heintast har týsdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.
Nærri kunning sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn.
Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í ár, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald