Uttanlands

Bæði tann, ið skjeyt, og tey raktu vóru 12 ára gomul

Enn er óvist hvussu støðan er hjá teimum raktu

(Skíggjamynd: Yle)

(Skíggjamynd: Yle)

2024-04-02 10:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý børn vórðu særd undir einum skottilburði á einum skúla í finska býnum Vantaa í morgun. Tað upplýsir finska løgreglan fyri Reuters tíðindastovuni.

Børnini vóru 12 ára gomul, og tann eini persónurin, sum er handtikin í sambandi við tilburðin, var eisini eitt 12 ára gamalt barn.

Enn er einki frætt um støðuna hjá teimum trimum, ið vórðu rakt.

Ein skúlaleiðari sigur nú, sambært Reuters, at vandin er av. Fólk í økinum vórðu annars biðin um at halda seg heima í morgun.

Umleið 800 næmingar ganga á skúlanum, sum hevur 90 starvsfólk.

Eitt kreppulið er nú tilkallað at veita børnum og lærarum hjálp eftir hendingina, upplýsa embætisfólk sambært finska kringvarpinum, Yle.

Foreldur eru nú savnað uttan fyri skúlan fyri at frætta nærri um, hvat er hent, skrivar Yle.

Løgreglan fekk fráboðanina um skottilburðin klokkan 9 í morgun, lokala tíð.

Vantaa, sum liggur nærhendis Helsinki, er fjórðstørsti býurin í Finnlandi við umleið 200.000 íbúgvum. Tilburðurin hendi í býarpartinum Bäckby – Viertola á finskum – í Vantaa.

Les eisini: Skottilburður á finskum skúla 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder