Innanlands

Bæði út- og innflutningur minkaði í koronaárinum

Minkaða virksemið farna 12 mánaðaskeiðið sæst aftur í hagtølunum hjá Hagstovuni

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2021-05-18 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað ber nú til at staðfesta, at vit í Føroyum útfluttu fyri meira enn hálvaaðru milliard krónur minni í koronaárinum, enn sama tíðarskeið frammanundan.

Hagstovan hevur júst dagført útflutningin og innflutningin fyri mars mánað, og staðfestast kann nú hvussu tølini síggja út í 12 mánaða skeiðinum har korona herjaði Føroyar og heimin - frá apríl 2020 til og við mars 2021.

Útflutningurin var góðar átta milliardir krónur, og hetta er meira enn hálva aðru milliard minni enn sama tíðarskeið frammanundan.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum, staðfestir Hagstovan á heimasíðuni.

Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva milliard krónur. Tað er ein minking á 13 prosent. Nøgdin var áleið tann sama.

Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 milliónir krónur, sum svarar til eina minking á 33 prosent. Minkingin er 34 prosent í nøgd fyri tosk.

Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 milliónir krónur, sum er 28 prosent. Í nøgd er minkingin 15 prosent.

Innflutt fyri hálva milliard minni
Innflutningurin í sama tíðarskeiði er eisini minkaður. Samlaði innflutningurin var góðar átta milliardir krónur, sum er ein hálv milliard minni enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Skipainnflutningurin er minkaður 450 milliónir krónur, og vit hava eisini brúkt 338 milliónir krónur minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.

Tað sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tó vaksið 200 milliónir ella 12 prosent.

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin, tó er minni innflutt av byggitilfari hetta tíðarskeiði, skrivar Hagstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder