
Runavíkar kommuna fór fyri einari tíð síðani at fyrireika eina munandi útbygging av Bakkabrúnni á Glyvrum. Orsøkin er, at alifyritøkan Bakkafrost hevur keypt eitt nýtt skip úr Turkalandi til felagsins virksemi, og tað gjørdist skjótt greitt, at verandi bryggja, har aldi laksurin verður fluttur livandi frá brunnbáti inn á virkið til virkingar, ikki kundi rúma nýggja skipinum.
Nýggja skipið, ið væntandi kemur á vári 2022, er væl størri enn “Hans á Bakka”, og tí skal okkurt gerast frammanfyri virkisbygningin á Glyvrum.
Mynd: runavik.fo
Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at Landsbyggifelagið hevur neyvætlað, og fýra byggifyritøkur bjóðaðu seg fram at gera arbeiðið. Tilboðini vórðu latin upp í býráðssalinum í Saltangará mánadagin á miðdegi. Tey vóru sera jøvn og øll eitt vet undir metingini, men tað var J&K Petersen, ið átti lægsta boðið á góðar 14 milliónir krónur, og Stein Olvur Petersen, stjóri fyri J&K Petersen, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivaðu í gjár undir sáttmála um arbeiðið.
Arbeiðið við at leingja Bakkabrúnna heilt norður á múlan, norðanfyri virkið, verður eftir liðugt tíðliga í heyst, skrivar runavik.fo. Víðkanin hevur eisini tað við sær, at rúm verður fyri tveimum skipum við hetta havnalagið, eftir at arbeiðið er liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald