Føroyska alifyritøkan Bakkafrost eigur nú næstan 78 prosent í skotsku alifyritøkuni Scotish Salmon Company, SSC.
Í farna mánaði boðaði Bakkafrást frá, at fyritøkan hevði keypt 68,6 prosent av partabrøvunum í skotska felagnum fyri 517 milliónir pond.
Í sambandi við yvirtøkuna segði Regin Jacobsen, stjóri, at ætlanin hjá Bakkafrost var at fáa hendur á hinum 31,4 prosentunum eisini.
Nú hevur Bakkafrost skaffað sær nøkur prosent afturat. Í gjár boðaði fyritøkan frá, at hon hevur yvirtikið ognarlutin hjá felagnum Northern Link Limited í SSC, so samlaði ognarparturin hjá Bakkafrost nú er komin upp á 77,8 prosent.
Keypsprísurin var 3,77 milliardir norskar krónur, umleið 2,8 miliardir danskar.
Niðurlendskir stóreigarar
Í hesi vikuni varð eisini kunngjørt, at niðurlendska íløgufelagið NN Group nú er partur av stóreigarunum í Bakkafrosti.
Týsdagin ognaði NN Group sær nøkur partabrøv í Bakkafrost afturat ognini frammanundan, og eigaraluturin kom harvið upp á 5,011 prosent, skrivar norska Finansavisen. Allir eigarar, sum hava ognarlut yvir 5 prosent í eini børsskrásettari fyritøku, skulu upplýsast.
NN Group, NN stendur fyri Nationale Nederlanden, er ein av størstu tryggingarfyritøkunum í Hollandi. Høvuðssætið er í Den Haag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald