Allarflestu av upprunaligu partaeigarunum í skotsku alifyritøkuni Scottish Salmon Company, SSC, hava nú tikið av keypsboðnum frá Bakkafrost um at yvirtaka partabrøv teirra.
Í eit tíðarskeið síðan Bakkafrost tók yvir meirilutan í felagnum, hava partaeigararnir havt møguleika at selja fyri 28,25 norskar fyri partabrævið.
Freistin endaði mánadagin 9. desember og handlarnir verða gjøgnumførdir í morgin, skrivar netmiðilin seafoodsource.com.
Í hesum tíðarskeiðinum hava eigarar, svarandi til 25.585.445 partabrøv játtað at selja til Bakkafrost, so at føroyski eigaraluturin í skotska felagnum kemur uppá 95,6 prosent.
Ein av teimum, sum hava selt síni partabrøv í SSC, er forstjórin í felagnum, Craig Anderson. IntraFish skrivaði í síðstu viku, at hann, saman við øðrum í leiðsluni í felagnum, hava tikið av tilboðnum.
Craig Anderson átti 456.086 partabrøv í felagnum, og fekk sostatt 12,9 milliónir norskar krónur fyri handilin.
SSC er næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Framleiðslan í fjør var 29.913 tons av laksi og fyrra hálvár í ár 18.463 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald