Nógv kjak tók seg upp í Danmark, tá børsvirðið á Novo Nordisk fór upp um donsku bruttotjóðarúrtøkuna. Í Føroyum hevur Bakkafrost í fleiri ár verið meira vert enn føroyska BTÚ.
Millum annað hetta skifta Sverri Justinussen og Johnny í Grótinum orð um í Búskapi & Vinna í kvøld.
Donsku fjølmiðlarnir gjørdu sera nógv burtur úr, tá virðismetingin av partabrøvunum í donsku heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk fór upp um samlaðu árligu virðisskapanina í danska búskapinum. Hetta hendi í august í ár, tá børsvirðið á Novo fór upp um 2.831 milliardir krónur, sum var støddin á bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) í 2022. Kjakast bleiv tá um, hvussu jaliga ávirkan stóra framgongdin hjá Novo Nordisk og danska heilivágsídnaðinum hevur havt á danska búskapin. Uttan íkastið frá framburðinum í virðisøkingini í heilivágsídnaðinum hevði danski búskapurin síðstu trý árini stórt sæð staði í stað. Í staðin hevur búskapurin millum størstu vakstrarraturnar í Evropa.
Í Føroyum hevur virðismiklasta fyritøkan Bakkafrost í nógv ár verið meira verd á børsinum enn føroyska bruttotjóðarúrtøkan. Men júst í heyst er børsvirðið lækkað so mikið nógv, at fyritøkan er munandi minni verd enn BTÚ í fjør. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan var 25 milliardir krónur í fjør, sum er góðar 5 milliardir krónur meira enn tær slakar 20 milliardir krónurnar, sum fyritøkan Bakkafrost er virðismett til á Oslo Børs í okkara pengum. Tá Bakkafrost var mest verd á børsinum í november 2021 var hon verd 35 milliardir krónur.
At samanbera børsvirðir við BTÚ er eitt sindur sum at samanbera perur og bananir, men tað bleiv tó gjørt nógv burtur úr hesum í altjóða miðlunum, tá Novo Nordisk rundaði hendan mílsteinin.
Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, sum verður endursend á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 21: 30 tosar verturin Johnny í Grótinum við Sverra Justinussen, íløguleiðara í Betri Banka, um millum annað hetta fyribrigdi. Sendingin verður eisini tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum á www.tv.fo í morgin, mánadag. Umframt Sverra Justinussen luttaka Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd, og Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging eisini í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald