Innanlands

Bakkafrost fer at menna munandi um alingina í Skotlandi

Fer at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum

Bakkafrost fer at byggja út alingina í Skotlandi við stórum smoltstøðum sum hesi við Strond í Norðoyggjum

Bakkafrost fer at byggja út alingina í Skotlandi við stórum smoltstøðum sum hesi við Strond í Norðoyggjum

2021-03-15 19:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum, og henda útbygging fer at kollvelta alingina í Skotlandi  sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður,  í formansfrágreiðingini til roknskapin hjá fyritøkuni.

Góð íløga við góðum menningarmøguleikum

Tað var við keypinum  av «The Scottish Salmon Company (SSC)», at føroyski alirisin av álvara fór undir at víðka um alingina aling til nýggj øki uttanlands. Við keypinum økti Bakkafrost um rakstrarøkið, og tað hevur havt við sær nýggjar vakstrar- og menningarmøguleikar hjá samtakinum upplýsir nevndarformaðurin í frágreiðingini, ið verður alment løgd fram á aðalfundinum í næstum.

- Tá ið Bakkafrost keypti SSC, var hetta felagið lágt virðismett á partabrævamarknaðinum, í mun til aðrar alifyritøkur og í mun til teir menningarmøguleikar, Bakkafrost sær í keypinum. Vit rokna tó við, at tað fer at taka 5 ár at fremja ætlaðu broytingarnar, og vit hava í 2020 arbeitt tætt saman við nýggju starvsfólkum okkara í Skotlandi  fyri at umleggja virksemið. Hetta fevnir millum annað um at gera miðvísar íløgur og endurskoða mannagongdir eftir fremstu standardum. Vit vænta, at hetta verður  ein góð íløga við góðum menningarmøguleikum sigur Rúni M. Hansen.  

Økja um stødd og góðsku av smolti

Hann vísir á, at ein av týdningarmestu broytingunum fyri at betra um úrslitini av alingini í Skotlandi, er at økja um støddina og góðskuna av smoltinum, sum verður sjósett. Bakkafrost hevur í hesum sambandi ætlanir um at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum. Sostatt verður stór-smolt strategiin hjá Bakkafrost eisini sett í verk í Skotlandi.

Við at betra um góðskuna og økja støddina á smoltinum til 500 gramm, verður tíðin í sjónum stytt niður í 10-12 mánaðir. Hervið minkar lívfrøðiligi váðin og gevur hettar eisini møguleika fyri at økja tøkunøgdina á burðardyggan hátt. Tann fyrsta av hesum trimum smoltstøðunum í Skotlandi er smoltstøðin í Applecross. Hendan alistøðin verður nú útbygd og útgjørd við RAS-tøkni (endurnýtslu av vatni). Útbyggingin, sum við tíðini fer at økja um støddina á smoltinum og betra um góðskuna, verður væntandi liðug í 2023, og verður fyritøkan  tá sjálvbjargin við 250 gramm smoltum í Skotlandi.

-Hetta fer at kollvelta alingina í Skotlandi, sum verður ment enn meira, tá tær báðar næstu smoltstøðirnar eru lidnar, og miðalstøddin á smoltinum er økt til 500 gramm sigur nevndarformaðurin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder