Innanlands

Bakkafrost keypir 68,6% í The Scottish Salmon Company

Scottish Salmon Company er næststørsta alifelagið í Skotlandi, og er kent fyri sína høgu góðsku og sínar merkivørur

2019-09-25 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

P/F Bakkafrost hevur í dag undirskrivað sáttmála um keyp av 68,6 prosent av The Scottish Salmon Company Plc frá Northern Link Ltd.

Tað kunngerð Bakkafrost í dag.

Scottish Salmon Company (SSC) er næststørsta alifelagið í Skotlandi við eini árligari tøku á uml. 30.000 tons av laksi. Felagið er skrásett á keypskálanum í Oslo og er eitt leiðandi alifelag við høvuðssæti í Edinburgh í Skotlandi. Aliøkini eru á vesturstrondini á Skotlandi og Hebridunum. SSC er kent fyri sína høgu góðsku og sínar merkivørur.

Ætlanin hjá Bakkafrost er at bjóða hinum partaeigarunum sama tilboð. Keypsprísurin fyri hvørt partabræv er áljóðandi NOK 28,25. Samlaða virðið á SSC er 4.351,9 mió.

Keypið verður fíggjað við nýggjum partabrøvum og reiðum peningi.

- Vit á Bakkafrost eru sera spent at samstarva við SSC. Hetta er eitt spennandi strategiskt keyp, bæði fyri Bakkafrost og SSC, har vit fara at leggja dentin á at taka tað besta úr báðum feløgunum og sameina hesi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder