Innanlands

Bakkafrost rakt av KT-álopi

Bakkafrost varð hósdagin 1. oktober rakt av einum KT-álopi. KT-deildin og verjuskipanirnar varnaðust álopið og settu skjótt átøk í verk, sum steðgaðu tí staðfesta álopsvirkseminum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-10-04 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bakkafrost varð hósdagin 1. oktober rakt av einum KT-álopi. KT-deildin og verjuskipanirnar varnaðust álopið og settu skjótt átøk í verk, sum steðgaðu tí staðfesta álopsvirkseminum.

Arbeitt verður saman við uttanhýsis trygdarserfrøðingum at kanna og tryggja skipanirnar. Tilburðurin er fráboðaður viðkomandi myndugleikum.

Fyribils kanningar benda á, at óviðkomandi hava fingið atgongd til ávísar brúkaraupplýsingar. Einki bendir í løtuni á, at teir hava fingið atgongd til aðrar upplýsingar.

Hendingin hevur við sær órógv í arbeiðsgongdum, serliga í Skotlandi.

– Vit vóna, at alt koyrir nærum sum vanligt aftur innan nakrar dagar. Trygdin hevur tó fremstu raðfesting, og kanningararbeiðið kann taka longri tíð.

Vit takka starvsfólkum og samstarvsfeløgum fyri innsatsin og tolið, sigur Regin Jacobsen, forstjóri.Bakkafrost fer at kunna nærri, tá nýggjar viðkomandi upplýsingar fyriliggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder