Innanlands

Ball fyri hálva aðru millión

Tórshavnar kommuna skipaði seinasta fríggjakvøld fyri stórari veitslu fyri 1430 starvsfólkum við øllum, sum hoyrir einum slíkum kvøldi til.

2022-10-05 07:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt av størstu almennu arbeiðsplássum í landinum, Tórshavnar kommuna, skipaði fríggjakvøldið fyri stórari veitslu við heitinum “Tórskvøld” fyri øllum sínum starvsfólkum. Beint omanfyri 2000 fólk arbeiða hjá høvuðsstaðarkommununi, og 1430 teirra tóku lut í veitsluni.

Metti kostnaðurin fyri “Tórskvøld” í ár er 1,5 millión krónur, upplýsir stjórnarskrivstovan hjá Tórshavnar kommunu. Prísurin fyri hvørt starvsfólk liggur tískil um 1000 krónur.

Spart var ikki uppá krónurnar hjá skattgjaldaranum. Á matarlepanum var bæði forrættur og omaná umframt oksasteik til høvuðsrætt.

Guðrun Sólja Jacobsen og orkestur, Herborg Torkilsdóttir, Hamradun og Eyðun og Terji framførdu undir borðhaldinum. Spaðar 5 spældu til dans aftaná.

Høllin á Hálsi varð fyri nøkrum árum síðani útbygd, so hon í dag rúmar sera nógvum fólki. Talan er um eitt av størstu borðhaldum, sum hava verið í Føroyum.

Fýra ár síðani seinast
Tað eru fýra ár síðani, at Tórskvøld seinasta varð hildið. Ætlanin er at geva starvsfólkunum eina góða uppliving sum takk fyri tað stóra og dygdargóða arbeiði tey gera.

Av stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu verður sagt, at seinastu árini hava kravt nógv av starvsfólkunum.

- Vit hava upplivað starvsfólkatrot á okkara stóru tænastuøkjum og øll hava tikið eitt eyka tak. Harafturat hava vit í tvey ár havt koronafarsóttina, sum hevur viðført eyka avbjóðingar. Vit halda Tórskvøld fyri starvsfólkunum, tí tað er gott fyri samanhaldið og trivnaðin, og tí tey hava uppiborið tað.

Í 2009 og í 2011 varð Tórsdagur hildin fyri øllum starvsfólkunum, men í 2012 byrjaði tiltakið Tórskvøld, og hevur verið árini 2012, 2016, 2018 og 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder